Vit velja forfólk til Nýskipanarnevndina

Á húsfundinum hóskvøldið 19. mars varð avgjørt at seta eina Nýskipanarnevnd.

Nýskipanarnevndin hevur til uppgávu at koma við uppskotum til, hvussu Húsið kann gerast enn betur fyri tey ungu.

9 umboð verða í nevndini umframt eitt starvsfólk í Húsinum. Starvsfólkið í Húsinum hevur ikki atkvøðurætt, men er bert við sum vegleiðari.

Nýskipanarnevndin hevur ongar heimildir, men skal koma vera røddin hjá teimum ungu og koma við tilmælum til leiðsluna í Húsinum um betri mannagongdir, seta orð á ynskjir, koma við uppskotum til, hvussu Húsið kann gerast júst tað tilboðið, sum tey ynskja sær.

Mánadagin skal forfolkið hjá nevndini so finnast. Valið gongur fyri seg á instagram, so øll okkara ungu hava møguleika at velja, hóast tey ikki hava møguleika at møta upp í Húsinum mánakvøldið.

Tað eru 5 ungir menn, sum bjóða seg fram sum forfólk. Teir eru:

Anfinn

David

Dávur

Elias

Herman

Fram til mánakvøldið hava teir 4, sum ynskja at verða forfólk í Nýskipanarnevndini, so møguleika at at gera vart við seg og møguliga flyta onkra atkvøðu teirra veg

So.....halt eyguni eftir instagram hjá Húsinum mánakvøldið, um tú vilt gera tína ávirkan galdandi.

Byrjar:
23.03.2026 - KL. 19:30
Endar:
23.03.2026 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

23 mars
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
23 mars
2026
Vit velja forfólk til Nýskipanarnevndina
Á húsfundinum hóskvøldið 19. mars varð avgjørt at seta eina Nýskipanarnevnd. Nýskipanarnevndin hevur til uppgávu at koma við uppskotum til, hvussu Húsið kann gerast enn betur fyri tey ungu. 9 umboð verða í nevndini umframt eitt starvsfólk í Húsinum. Starvsfólkið í Húsinum hevur ikki atkvøðurætt, m…
24 mars
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganag ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei -  Húsið er eisini opið sum vanligt.